Navnið er tað einasta, ið nýggi Nissan Micra hevur til felags við forgangaran. Hóast bilurin er 4 cm styttri enn forgangarin, er hann bæði hægri og breiðari, og harvið verður meira pláss í kabinuni. Baksetrið kann flytast aftur og fram, men tað ávirkar sjálvsagt plássið í viðførisrúminum. Micra hevur nýggja "Keyless-Go"systemið, har bilførarin uttan at taka lykilin úr lummanum kann læsa seg inn í bilin, starta motorin og koyra avstað. Eisini hevur bilurin "battarísikring" sum tryggjar at ljósið inni í bilinum søknar eftir 10 min. ella 2 tímum, alt eftir hvat tað er stillað til. Hetta er fyri at tryggja, at bilurin ikki stendur uttan streym, um eigarin hevur gloymt at sløkt ljósið. Micra kemur við trimum bensinmotorum við ávikavist 65, 80 og 88 hk og turbo-dieselmotorum við 65 og 82 hk. Bilurin verður gjørdur á Nissan bilverksmiðjuni í Sunderland í Onglandi.