Nýggjur muSICur á alnetinum

Føroya harðasti og tyngsti tung málms bólkur SIC hevur fyri stuttum útsett útgávuna av fyrstu fløguni hjá bólkinum, men nú ber til at fáa eina smakksroynd.

Á myspacesíðuni hjá bólkinum er villi, harði og ógvusligi sangurin Keep It To Yourself lagdur út. Lagið er nakað av tí harðarsta og skitnasta, ið er komið út í Føroyum. Larmandi deyðsmálmur, við frumskríggjum frá Mikkjal Gaard Hansen, manninum, ið Karl Anton Klein sáli, kallaði ta feitastu rokkrávøruna, ið vit eiga.
Vitjað SIC á myspace.com/sicsix6