Meginfelag Búnaðarmanna fer at savna alt virksemi sítt í Hoyvík. Ein stórur bygningur er reistur við síðuna av mjólkarvirkinum, har handil og fyrisiting fara at húsast.
?Hetta er ein beinleiðsi avleiðing av eldinum, sum var í Kollafirði, tá fóðurgoymslan brann í grund, sigur Dánjal Thomsen, fíggjarstjóri hjá MBM. Vit hava valt at flyta alt á eitt stað, soleiðis at vit eisini flyta skrivstovurnar úr Búnaðardeplinum í Kollafirði, har vit hava leigað fá Royndarstøðini.
Nýggi bygningurin í Hoyvík er í trimum hæddum, men samlaða hæddin er sum ein bygningur í fýra hæddum.
Tvær tær niðastu hæddirnar eru gjørdar til eina, og har fer fóðurgoymslan at vera. Í miðhæddini verður handil við landbúnaðarútgerð, eins og nakrar skrivstovur, kantina og fundahøli verða har. Í ovastu hæddini verða skrivstovur og goymsla til handilin, sigur Dánjal Thomsen.
Hann sigur, at samlaði kostnaðurin er mettur at liggja um 12,5 milliónir krónur, sum svara til umleið 7.000,- krónur fyri hvønn fermetur.
Bygningurin er gjørdur úr betongelementum, sum komin eru úr Aalborg. Eitt danskt felag setir upp. Restina av arbeiðinum fara føroyskar fyritøkur at gera, sigur Dánjal Thomsen.