Nýggjur maður á odda fyri Betri nevndina

Maðurin, sum nú stendur á odda fyri Føroya størsta figgingarsamtakið, er Birgir Nielsen. Næstformaður í nevndini er Teitur Poulsen. 

 

 

Betri samtakið skrivar í tíðindaskrivið, at tríggir nevndarlimir skuldu veljast til nevndina í Ognarfelag Tryggingartakaranna á aðalfundinum í dag. Nevndin í Ognarfelag Tryggingartakaranna mannar eisini nevndina í Betri P/F, sum er móðurfelag hjá Betri Banka, Betri Trygging, Betri Pensjón og Betri Heim. Umboðsráðið valdi at seta Teitur Poulsen, Gunn Danielsen, meðan Arni D. Brattaberg varð afturvaldur. Karl Birgir Isaksen, Birgir Nielsen og Annika Waag stóðu ikki fyri vali og sita sostatt framvegis í nevnini. 

 

 

Arni Brattaberg, sum hevur verið formaður í Betri Samtakinum - fyrr TF Holding - í áleið hálvt annað ár, er sostatt ikki formaður longur. Heldur er tað Birgir Nielsen og Teitur Poulsen sum nú hava leiðsluna í ovastu nevndini í samtakinum. Sostatt er eitt valdsskiftið fram - Arni Brattaberg og Ingiborg Godtfred hava sitið sum formaður og næstforkvinna seinasta hálva annað árið ella so.