Nýggjur maður á ÍF liðnum

ÍF hevur í kvøld gjørt sáttmála við nýggjan spælarar

ÍF hevur í kvøld gjørt sáttmála við Elias Lervig. Hann hevur spælt við Víkingi, men skiftir nú til ÍF, har tvíburðin, Hans Jákup Lervig, spælir. Tað hevur ÍF eisini spælt sær við, tá teir í kvøld kunngjørdu Elias á Facebook.

- Nei, tit síggja ikki dupult! Spælarin er tvíburðin hjá Hans Jákupi Lervig, sum kom til felagið seinasta summar. Í kvøld hava ÍF og Elias Lervig gjørt ein sáttmála fyri kappingarárið 2021. Elias er uppvaksin í Víkingi og hevur bert umboðað sítt barndómsfelag. 24-ára gamli gøtumaðurin hevur spælt 60 dystir á besta mansliðnum hjá Víkingi. Nú skal hann so fyri fyrstu ferð royna seg á ÍF liðnum, skrivar ÍF á Facebook.

ÍF spælir leygardagin móti EB/Streymi á Eiði í fyrsta umfarinum av Betri deildini.