Nýggjur málverji á U-21 landsliðnum

Føroyska U-21 landsliðið hevði í dag sína aðru venjing í Norðurírlandi. Tað er greitt, at 07 Vestur málverjin, Kristian Joensen, ikki verður tøkur vegna skaða. Tí eru boð send eftir nýggjum málverja.

 

Umstøðurnar at venja fótbólt í Queen’s University í Belfast eru frálíkar. Tað ásannaði U-21 landsliðið venjarin, Heðin Askham, tá portalurin hitti hann fyri løtu síðan. Liðið hevði eina góða venjing í dag, har spælt var eitt sindur við bólti, umframt at tað bleiv arbeitt við taktikkinum bæði í álopsspælinum og verjuspælinum.

 

Kristian Joensen, sum er leigaður út til 07 Vestur frá NSÍ, var tann einasti, ið ikki luttók í venjingini. Hann er skaddur í alboganum og verður ikki ein partur av liðnum mikukvøldið. Í hansara stað eru boð send eftir Petur Meinhardi Magnussen, sum er eykamálverji hjá B68.

 

Liðskiparin á U-21 landsliðnum, miðverjin Rógvi Holm, tók sær av løttum til venjingina í dag. Hann fekk ein skaða í fótin í dystinum móti NSÍ á ólavsøku. Tó er tó sannlíkt, at hann verður tøkur til dystin, sum veður mikudagin klokkan 14:00.

 

Størsti spurningurin er hvør skal manna miðvøllin. Seinast liðini hittust var í Gundadali og tá endaði tað við málleysum javnleiki. Tá vóru Karl Løkin(ÍF), Andre Olsen(B68) og Gunnar Zachariasen(AB, Danmark) á miðvøllinum, men nú eru bæði Hallur Hansson(HB) og Róaldur Jacobsen(B36) tøkir. Teir hava spælt fast á U-21 landsliðnum, so Heðin Askham og Bill M. Jacobsen hava ein positivan trupulleika, sum teir skulu loysa áðrenn dystin mikudagin.

 

A-landsliðið hevur sína fyrstu venjing í kvøld.