Jóan Pauli Dahl Jacobsen hevur gjørt avtalu við EB/Streym fyri tað, sum? eftir er av kappingarárinum 2011.
Jóan Pauli kemur frá B36, har hann hevur?spælt tilsamans 30 dystir. Hann hevur eisini spælt ein dyst fyri 07 Vestur, tá teir komu í málmans trupulleikar. ??Jóan Pauli Dahl Jacobsen er 21 ára gamal og hevur annars spælt fleiri? dystir á U21-landsliðnum, skrivar heimasíðan hjá EB/Streymi.
Sosialurin skrivaði fyrr í summar, at B36 vildi ikki geva leikaraloyvi hjá Jóan Paula til EB/Streym fyri minni enn 55.000,- krónur. Tann trupulleikin er so onkursvegna loystur.
Fyrr í vikuni skifti Bárður Olsen frá EB/Streymi til AB.