Nýggjur málverji á Skálafjørðinum

St.Í.F hevur gjørt avtalu við Joakim Jurs, sum næsta kappingarár skal verja málið hjá monnunum í bestu deildini.

 

Hann er 20 ára gamal og hevur spælt við 2. deild í Køge.

 

- Tað, at eg bara skal hugsa um hondbólt, gevur mær góðan møguleika at menna meg sum spælara. Fyribils er avtalan, at eg skal spæla við St.Í.F í eitt kappingarár, so eg kann lodda dýpi, og so finna vit útav um eg haldi fram, sigur Joakin Jurs við Dagbladet Køge sambært heimasíðuni hjá Sunda kommunu.