Nýggjur málmaður til felagið

Alina Olaru er tó ikki einasti leikarin, sum er farin úr Stjørnuni.

Eisini málmaðurin, Agne Mesanaite, hevur valt at gevast við hondbólti í Føroyum. Hon er nú farin heim aftur, og tí hevur Stjørnan arbeitt við at finna ein nýggjan málmann. Tá liðið spældi Evropa Cup-dystir í Montenegro fyrr í ár, vardi ein dani málið hjá Stjørnuni, og sum skilst skal sama kvinna verja málið hjá Stjørnuni í vetur.