Fuglfirðingar fáa ein heilt nýggjan møguleika at velja í, tá kommunuval verður í heyst. Stig er nevniliga tikið til at gera eina nýggjan lista í Fuglafirði, og sostatt verða tað tríggir listar hjá borgarum at velja millum.
Frammanundan er greitt,at listi A og B, ið er verðandi býráðsmeiriluti, leggja saman til ein felagslista, meðan listi D, har Sonni á Horni, borgarstjóri, er partur av, eisini bjóðar seg fram.
Nýggi listin skilur seg tó frá flest øðrum listum við, at eingin av teimum uppstillaðu hevur sitið í býráðnum fyrr.
Steintóra Nesá er ein av stigtakarunum til nýggja lista, og upplýsir, at avgerðin ikki at lata býráðslimir ella fyrrverandi býráðslimir á listan, er eitt ynski um eina nýggja byrjan.
- Tey, sum bjóða seg fram á listanum, hava ikki sitið í býráðnum áður. Nýggjur listi við nýggjum fólkum, tí tað var hildið at vera ein fyrimunur at byrja á blonkum arki. Tey uppstillaðu eru virkin á ymiskum frontum, og eru frísk og ferðug at møta nýggjum avbjóðingunum, sigur Steintóra Nesá.
Steintóra Nesá upplýsir, at listin ikki er liðugur enn, men at málið nærkast.
- Beinanvegin bleiv avgjørt at uppstillingin skuldi vera ópolitisk og so vítt sum gjørligt at fáa kvinnur við á listan. Tað hevur verið ein langur vegur at koma her til, sum vit eru komin, men nú sær út til, at vit nærkast málinum.