Nýggjur leiðari í Heimamissiónini

Heri Kjærbo er nýggjur leiðari á Boðanardeildini hjá Heimamissiónini Høvuðsstýrið hevur sett Hera Kjærbo úr Havn í starv sum leiðari á Boðanardeildini hjá Heimamissiónini. Hetta starv hevur verið leyst síðani í summar, tá ið Øssur Kjølbro, sum røkti starvið, varð settur sum aðalskrivari.

Sum boðanarleiðari kemur Heri Kjærbo at taka sær av tí boðandi partinum at arbeiðinum hjá Heimamissiónini, millum annað bæði trúboðarunum heima og úti.

Heri er 42 ára gamal, giftur við Maluni og tey eiga børnini Kartin, Rana og Anniku. Heri er upprunaliga bankalærdur, hevur síðani tikið hægri útbúgving í missiologi og hevur átta ára royndir sum trúboðari í Tansania.

Heri Kjærbo kemur úr starvi sum sølu- og marknaðarleiðari í Postverki Føroya.