Nýggjur leiðari á heilsuskúlanum

Jórun Petersen, Tvøroyri, er frá 15. desember 2007 sett sum deildarleiðari á Heilsuskúla Føroya.

Jórun er 41 ára gomul, er útbúgvin fysioterapeutur og hevur námsfrøðiliga eftirútbúgving. Hon hevur áður starvast á Heilsuskúlanum, 1. august 2001 til 31. desember 2003 sum lærari og 1. januar 2004 til 31. august 2004 sum konstitueraður deildarleiðari.