Landsverk hevur sett nýggjan leiðara fyri byggideildina. Talan er 39 ára gamla Mikael Viderø, sum hevur drúgvar royndir frá byggivinnuni, eftir at hava verið býararkitektur í Havn síðani 2003.
Eitt skifti í hesum tíðarskeiðinum røkti Mikael Viderø eisini starvið sum tekniskur stjóri hjá Tórshavnar kommunu. Umframt kommunalum byggiverkætlanum hevur Mikael Viderø millum annað havt ábyrgdina av býarskipanini, byggimálsviðgerð, lendisviðurskiftum og húsaumsitingini.
Nýggi leiðarin fyri byggideildina á Landsverki gleðir seg til at koma í gongd við nýggju avbjóðingarnar
- Fyri mær stendur Landsverk sum eitt arbeiðspláss, ið hevur eina rúgvu av spennandi avbjóðingum og uppgávum, sum eg kann tilføra nakað við mínum royndum og sjónarmiðjum, sigur Mikael Viderø.
Høgni Setberg hevur verið leiðari á byggideildini seinastu tíðina, men hann flytir nú til USA. Mikael Viderø byrjaði í starvinum 2. juli.










