Nýggjur kvøldskúlaleiðari á Toftum

Áki Dyssegaard er nýggjur kvøldskúlaleiðari í Tofta kvøldskúla

Nes Kommuna skrivar, at Áki Dyssegaard er settur sum nýggjur leiðari fyri kvøldskúlan á Toftum. Áki, sum er ættaður úr Løgumkloster í Danmark, er 37 ára gamal og giftur við konu av Strondum, har tey eisini búgva.

Áki Dyssegaard er útbúgvin fólkaskúlalærari og hevur verið lærari í Tofta skúla síðani 2018.