Talan er um ein Iveco Stralis 260S42 - 6x2 køli- og frystibil við 420 hk motori, sum er í umhvørvisflokkinum Euro 5. Bilurin er útgjørdur til at koyra við køli- og frystivøru. Av tí at kassin er útgjørdur við einum skilaveggi sum kan flytast, ber til at tilpassa rúmið eftir nøgdini av frystivøru. Hetta fyri at nýta minst møguliga orku og harvið spara umhvørvið.
Frystikassin er av merkinum Igloocar og kann rúma heilar 24 europaplattar. Kølimaskinan er ein Carrier 850 Supra MT, og lyftin er ein Zepro 2500 kg við stálplátu. Bilurin hevur væl av eykaútgerð so sum bakkikamera, cyklistkamera, fjarstyring til lyft v.m.