Mikudagin letur nýggjur endurnýtsluhandil upp í Havn
Tað er Danmissión, sum stendur fyri handlinum, ið heldur til hjá KFUM á Hoydalsvegnum.
Fyrsti endurnýtsluhandilin hjá Danmissoin lat upp í Klaksvík í 2005 og nú letur so eisini handil upp í Havn, sigur Magnus Brahé Jørgensen, formaður hjá Danmissión í Føroyum.
Danmissoin er við í altjóða arbeiðinum hjá fólkakirkjuni og endamálið er at geva menniskjum í øðrum londum møguleikan at liva saman í kristnari trúgv og at betra livikorini hjá teimum.
- Arbeitt verður fyri samskifti og friði og felagsskapurin stríðast móti fátækradømi í øðrum londum.
- Arbeitt verður í fleiri ymiskum londum: Tanzania, Egyptalandi, India og Kambodja, Libanon, Pakistan, Madagaskar, Bangladesh, Kina og Burma. Í Danmark verður arbeitt við flóttafólkum og tilflytarum.
Avlopið av inntøkunum av Danmissión endurnýtsluhandlunum í Føroyum fer óskerdur til hjálpararbeiðið í Karagwe í Tanzania, sigur Magnus Brahé Jørgensen.
Myndin er frá Danmissiión