Granskarar á universitetssjúkrahúsinum í Oslo fara nú at royna ein nýggjan hátt at staðfesta krabbamein. Tað skal gerast við einum kanningarhátti, sum eitur elastografi, og sum vísir, hvussu elastiskir svullirnir eru. Fyrimunirnir við hesum kanningarháttinum er, at hann er bíligari og óskaðiligur, og so eru ongar strálur.
-Við elastografi fáa krabbameinslæknarnir ein møguleika afturat at leita eftir svullum, og elastografi kann vísa seg at vera serliga væl egnað til at staðfesta, hvussu álvarsom sjúkan er, sigur Per Kristian Hol, yvirlækni á ríkissjúkrahúsinum í Oslo, við Aftenposten.
Málið hjá teimum norsku granskarunum er, at í framtíðini skulu kommunulæknarnir hava útgerð til at gera elastografikanningar.
?