Nýggjur í Golfklubbanum

Nýggi VW Golf er nú komin til landið. Bilurin er broyttur og betraður á øllum økjum, bæði hvat viðvíkur koyreginleikum, ljóðdoyving, trygd og á tekniska økinum. Eisini er hesin bíligari enn forgangarin

Í september royndarkoyrdu vit nýggja VW Golf í Reykjavík saman við øðrum motorjournalistum, sum vóru samdir um, at her er talan um ein bil við serligum dygdum.


Líka síðan VW Golf kom á marknaðin fyri meira enn 30 árum síðan, hevur eingin ivi verið um at talan er um ein nýggjan Golf, hvørja ferð teir skifta modell. Hesin nýggi er sætta generatión, og hóast talan er um ein nýggjan Golf, sum er broyttur og betraður á øllum økjum, líkist hann sær sjálvum. Tað at eitt bilmodell broytist so lítið yvir so nógv ár er eitt sjaldsamt fyribrigdi.


Tað er faktiskt eingin annar bilur, ið verður broyttur so lítið í útsjónd sum VW Golf, og talan er um eina succes hvørja ferð. Golfurin heldur sær væl, er tíðarleysur og heldur sera góðan prís sum brúktur. Soleiðis hevur tað verið í meira enn 30 ár.


Tað eru eisini fáir bilar sum hava so fast tak í sínum kundum sum VW Golf. Golfurin hevur síðan hann kom á marknaðin verið tann leiðandi bilurin í sínum klassa, sonevnda Golf-klassanum.


Golfurin hevur eisini nógvar kappingarneytar og nógv at liva upp til. Fyri at hava eina meining um hendan nýggja Golfin, má hann royndarkoyrast. Bilurin er broyttur og betraður á øllum økjum, bæði hvat viðvíkur koyreginleikum, ljóðdoyving og trygd, eins og á tekniska økinum.


Komforturin er sum í einum stórum bili. Hetta vísti royndarkoyringin í Íslandi eisini. Har var nógvur vindur og illveður, men tað hvørki hoyrdist ella merktiskt á bilinum. Tað er heilt einastandandi fyri ein bil í hesi støddini. Kabinan er eisini gjørd í besta kvaliteti heilt níður í smálutir.


VW Golf fæst í útgávunum Trendline, Comfortline og Highline. Hann fæst við trimum 1,4 litra bensinmotorum við ávikavist 80 hk, 122 hk (TSI) og 160 hk (TSI) umframt 1,6 litra við 102 hk, og tveimum 2,0 litra TDI dieselmotorum við ávikavist 110 og 140 hk.


VW Golf kann síggjast og roynast hjá Bilasøluni í Hoyvík. Bilurin er nakað bíligari enn forgangarin. Prísirnir byrja við 214.000 krónum.