Nýggjur Game of Thrones brellbiti

Einans tvær vikur eru til nýggjasti parturin av ein av best umtóktu sjónvarpsrøðunum í heiminum seinastu árini, Game of Thrones, verður aftur á sjónvarpsskíggjunum.


Stórur spenningur er knýttur at nýggju pørtunum, og serliga er tað lagnan hjá Jon Snow, einum av høvuðspersónunum, ið nógv fólk ynskja at fáa greiðu á, aftaná hann varð stungin fleiri ferðirnar í síðsta partinum.


Í nýggjasta brellbitanum frá fólkunum handan sjónvarpsrøðina, ið varð løgd út á alnetið í dag, eru ikki stórvegis ábendingar um lagnuna hjá Jon Snow. Hinvegin leggur stutta brotið upp til tað heilt stóra brakið, ið fjepparar hava bíðað leingi eftir.


Hetta er sætta sesong av Game of Thrones, ið er bygd á bøkurnar A song of Ice and Fire, ið George R. R. Martin hevur skrivað. 


Frammanundan hava tey, ið hava lisið bøkurnar, havt tann fyrimunin, at tey hava vitað hvat fór at henda í sjónvarpsrøðini, men nú yvirhálar sjónvarpsrøðin sjálvar bøkurnar, og sostatt eru øll nú í somu støðu.


Til ber at síggja brellbitan her.