Í kvøld hevur EB/Streymur havt aðalfund. Eftir fundin skipaði nýggja nevndin seg. Nevndarformaður er nú Oddur Ejdesgaard.
Á aðalfundinum í kvøld boðaði formaðurin Brian Hansen frá, at hann ikki tók við afturvali. Umframt Brian stóðu Árni Dam og Torfinn Djurhuus fyri vali.
Torfinn Djurhuus heldur fram í nevndini, meðan Árni Dam og Brian Hansen fóru úr nevndini. Nýggir nevndarlimir eru Beinta Lisberg og Tonny Kruse. Tiltakslimir eru Kayo Sørensen og Eyðfinn Joensen.
Oddur Ejdesgaard, Rúni Kruse, Ólavur Ejdesgaard og Dan Olsen halda fram í nevndini.
Eftir fundin skipaði nývalda nevndin seg. Oddur Ejdesgaard er formaður, Beinta Lisberg er næstformaður, Rúni Kruse er kassameistari, Ólavur Ejdesgaard er skrivari, og nevndarlimir eru Tonny Kruse, Torfinn Djurhuus og Dan Olsen.