Nýggjur formaður í Skúlaleiðarafelagnum

Tom Joensen er nýggjur formaður í Skúlaleiðarafelag Føroya. Tað skriva Skúlablaðið, ið kann lesast á heimasíðuni hjá Føroya Lærarafelag.

 

Tom Joensen, ið er fyrstilærari í Eiðis skúla, kemur í staðin fyri Hanus Joensen, ið herfyri fór frá sum stjóri í Skúlanum á Fløtum.

 

Nýggja nevndin sær soleiðis út:

 

Formaður: Tom Joensen

Næstforkvinna: Rannvá Joensen

Skrivari: Jensebeth Absalonsen

Nevndarlimur: Marita Dalsgaard

Nevndarlimur: Joan Neshamar