Nýggjur maður í sessinum er Tórarin Hentze úr Havn. Afturat honum eru Áki Mortensen, Jákup Petur Eliasen, Rói Jacobsen og Fróði Danielsen.
Eitt tað fyrsta stigið, sum nýggja nevndin tók, var at kjósa fyrrverandi formannin sum heiðurslim í felagnum.
Venjaraspurningurin hjá felagnum er eisini avgreiddur, og verður tað John Eystberg, ið heldur fram í hesum starvi. Afturat sær hevur hann Jón Brekku.










