Magnus Gunnarsson
Eftir ætlan skuldi ein nýggjur Ford Fiesta koma á marknaðin á sumri 2002, men hann er nú framskund-aður til fyri jól í 2001.
'
3 syl. diesel
Bilurin líkist nógv Ford Focus, og er nakrar sentimetrar størri enn núverandi Fiesta. Eins og Focus skal Fiesta eisini fáast við elektronisku stabilitet skipanini, ESP, sum standard. Ætlanin er eisini at Fiesta skal fáast við einum nýggjum 1,1 litur dieselmotori við trimum sylindarum.
Fiesta og Ka
Ford væntar at spara eini 10 milliardir krónur við at sameina Fiesta og tann minna Ford Ka, tá Fiesta kemur við 3 hurðum í 2002. Núverandi Ford Fiesta verður eisini gjørdur sum Mazda 121, hvussu verður við tí bilinum, vita vit ikki enn.
Kelda: FDM / Motor









