Nýggi flokkurin í donskum politikki, Nye Borgerlige, hevur stóra framgond.
Nýggj veljarakannig gevur flokkinum 4.9%, ið kann umsetast til nýggju mandatir í Fólkatinginum.
Tað ger flokkin størri enn Konservative Folkeparti, Socialistisk Folkeparti og Radikale Venstre.
Flokkurin fekk endaligt loyvi í gjár at stilla upp, tá hann hevði savnað saman nokk av undirskriftum og tí bleiv góðkendur sum valbærur til næsta fólkatingsval.
Pernille Vermund, leiðari í flokkinum sigur, at tey eru ein borgarligur flokkur, bæði innan sosialan, búskaparligan- og útlendingapolitikk.
Vermund sigur, at tey leggja seg høgrumegin Dansk Folkeparti búskaparligt og sosialt og vilja hava ein strammari útlendingapolitikk enn Liberal Alliance.
Tað er nakað, ið bendir á, at Nye Borgerlie taka mandatir frá hinum borgarligu flokkunum, tí tað eru serliga Liberal Alliance og Venste, sum ganga aftur í meiningarkanningum.










