Nýggjur filmur við Trølla Pætur og Ommuni

TíÐindaskriv

 

Eftir ein steðg í nakrar mánaðar eru trøllini aftur aftur á ferð


Fyrst í hesu mánaðinum kemur nýggjur filmur út við Trølla Pætur og garrvillu ommuni. Hetta er ein rættur action-fimur, sum hevur alt tað, sum ger ein barnafilm stuttligan og spennandi. Søgugongdin er í stuttum, at meðan Kular Røtur og Trølla Ungin eru á konsertferð í Grønlandi, fara Trølla Pætur og Omman at vitja Nósa. Tey leita í fjørðuni, men finna hann ikki. Tey taka síðani ein speedbát, men verða meldað til løgregluna. Tey fáa at vita, at Nósi er farin til Grønlands aftaná Kulum Rótum. Nú hava trøllini einki at gera, enn at fara til Grøndlands eftir Nósa. Men tað er lættari sagt enn gjørt.

Trøllaomman hevur brotið ímóti lógini og hevur allatíðina løgregluna eftir sær.

Eftir eina spennandi jakt á Havnarvág, fær tann sera væl spælandi politisturin Erling Eysturoy handtikið trøllini. Trølla Pætur og omma hansara, verða sett í fongsul, men tey flýggja, lána tyrluna og mín sann eisini eitt flogfar. Í Grønlandi verður leitað víðari eftir Nósa?

Fimurin sum er 50 min til longdar, er upptikin í summar og í heyst og verður hann í handlinum sum sagt fyrst í desember.

Høvuðsstuðlar eru MBM og Nósin hjá Føroya Banka.