Nýggjur festivalur á veg

Ein nýggjur tónleikafestivalur verður næsta ár, og hann verður í Kirkjubø í døgunum 16. til 18 juli. Millum stigtakaranar eru Mark Joensen og James Olsen úr Havn

FESTIVALUR

 

Nógvir festivalar hava verið seinnu árini, har av tríggir vórðu tiknir av skránni í fjør; G!, Mjús og Asfalt. Meðan teir báðir síðstnevndu hava latið lív, so rísir G! eftir øllum at døma uppaftur næsta ár. Nú er ein heilt nýggjur festirvalur á veg. Talan er um ein festival í Kirkjubø, sum hevur fingið fyribilsheitið, Føroya Festivalurin. Í hesum sambandi hava fyrireikararnir bjóðað til tíðindafund í Roykstovuni í Kirkjubø mánadagin klokkan 10.

 

- Vit ætla, at festivalurin skal verða eitt afturvendandi tiltak í Kirkjubø. Vit leggja dent á at fáa gott samstarv við kirkjubøfólk, har øll skulu kenna seg trygg, og har syrgt verður fyri at fáa nokk av eftirlitsfólki, soleiðis at festivalurin verður ein gleði fyri tey, sum búgva á staðnum, siga stigtakararnir, sum millum annað telja Mark Joensen, James Olsen og Fróða Vestergaard.

 

Teir gera vart við, at øll óviðkomandi ferðsla undir festivalinum verður beind oman á Gomlurætt.

 

- Stórur dentur verður lagdur á, at alt er reint og ruddiligt, bæði undir sjálvum festivalinum og aftaná, siga stigtakararnir. Teir hava sókt Tórshavnar Kommunu um at veita vatn og el-installatiónir, wc-vognar, brunavakt, ruskinnsavnan og aðrar tænastur.

 

Í innbjóðingini til tíðindafundin stendur, at ætlanin er at borðreiða við nøkrum av tí besta tónleikarliga, sum finst í Føroyum, eins og kend útlendsk nøvn vera á skránni. Harafturat verður skipað fyri undirhaldi til bæði børn og aðrar aldursbólkar.