Suzuki eru komnir á marknaðin við einum heilt nýggjum bili, sum kemur afturat verandi modellum. Talan er um SX4, ið er ein 5-persóna bilur við sera liðiligari innrætting og góðum plássi serliga í mun til støddina á bilinum.
Designið er smart og í nýggjasta móta. Bilurin sær út, sum tað hann er, ein familju- og frítíðarbilur til nógv ymisk endamál. At bilurin eitur Suzuki SX4 hevur sína serligu forkláring: S stendur fyri Sport, X stendur fyri blanding - at bilurin er ein blanding av ymiskum bilsløgum (typum), og 4 stendur fyri teimum fýra árstíðunum. Navnið sigur í stuttum, hvat hetta er fyri ein bilur.
Suzuki SX4 er ein bilur, ið er sera lættur at umgangast og lætt er at koma inn og út úr bilinum. Innan er alt í nýggjasta stíli við t.d. alu-look panelum á instrumentborðinum og gardanboksini og radio og fløguspælara ið kunnu stillast á rattinum. Nakkapútur, sum kunnu stillast í hædd, eru við øll fimm sitiplássini. Bæði bilførarin og tey ferðandi í bilinum sita høgt við góðum útsýni allar vegir. At bilurin hevur stór síðuspegl ger hann eisini lættan at koyra og at bakka við.
SX4 fæst við tveimum 1.5 og 1.6 litur bensinmotorum við ávikavist 99 og 107 hk.
Meðan 1.5 útgávan verður drivin av forhjólunum fæst 1.6 útgávan eisini sum 4x4.
Koyrieginleikarnir eru fult á hædd við tað, vit kunnu vænta av einum nútímans bili til evropeiska marknaðin, hann er stúttur og hevur gott vegfesti, eisini við ferð í svingum.
Av standardútgerð kunnu vit m.a. nevna ABS bremsur við EDB, 6 airbag, el-servostýring, el-síðurútar, el-síðuspegl við hita, trygdarpedalir, ESP ( 1.6 útgávan), pollenfiltur, aircondition (1.6 útgávan).
Viðførisrúmið er 270 litrar, men við baksetrunum niðri verður rúmið heilar 1.045 litrar við stórari baklúku.
Bilurin kann síggjast og roynast hjá Berg Motors á Hálsi. Bíligasti SX4 kostar kr. 176.990.