Nýggjur føroyskur Faroe Pride sangur

Kári Jacobsen, sum flest kenna úr tónleikabólkinum Nalja, og sum skrivaði kenda ólavsøkusangin “Tann deiliga Havn”, hevur skrivað orð og lag til nýggjan Faroe Pride sang fyri LGBT Føroyar. Sangurin eitur “Ymisk” og fer eisini at vera framførdur live saman við ymiskum tónleikarum á stóra ókeypis Faroe Pride tiltakinum nú leygardagin 27. juli.

 

Afturat sær hevur Kári Jacobsen fingið systur sína Eyð Jacobsen, Jens Marna Hansen, Arnfríð Lützen og Niels Uni Galán úr punkbólkinum 200 at framføra sangin við sær.

 

Talan er sostatt um fimm sera ymiskar røddir, fimm sera ymiskar tónleikarar, ið vanliga fáast við ymiskar tónleikagreinir. Hetta ímyndar væl innihaldið í sanginum, sum snýr seg um, at vit øll eru ymisk á ein ella annan hátt. Men, at tað er hesin sami ymiskleikin, ið ger okkum sterkari og meira litrík.

 

Faroe Pride verður leygardagin

Kári og hinir tónleikarar fara at framføra sangin fyri fyrstu ferð á ársins Faroe Pride, sum verður nú leygardagin 27. juli. Tiltakið byrjar kl. 16.00 við stórari almennari skrúðgongu.

 

Skrúðgongan byrja við Tórsvøll, har hitað verður upp. Síðan verður gingið oman gjøgnum miðbýin, framvið Vaglinum og endað verður niðri á Kongabrúnni við stórum ókeypis og familjuvinarligum tiltaki.

 

Skrúðgongan er ikki einans ætlað LGBT-limum, men øllum føroyingum, ið ynskja eitt rúmligari og meira fjølbroytt samfelag, sum gevur pláss og javnrætt til allar sínar borgarar.

 

Tey luttakandi á konsertini á Kongabrúnni:

Teitur, Grandma's Basement, Jens Marni, Sakaris, Vágaverk, Marius Ziska, Hjørdis Johansen og Kári Jacobsen og hansara Pride All Stars.

 

Helena Dam á Neystabø, forkvinna í Mentarnarnevndin hjá Tórshavnar býráð, setur Faroe Pride 2013 og Beinta Løwe Jacobsen heldur ársins Pride røðu.

 

(Innsent)

 

Hoyr nýggja Faroe Pride sangin her.