Í eina tíð hevur verið arbeitt við at seta á stovn ein føroyskan bíbliuskúla. Við gleði kann upplýsast, at hetta er vorðið veruleiki; føroyskur bíbliuskúli er settur á stovn.
Eftir okkara tykki er tørvur á einum føroyskum bíbliuskúla í Føroyum. Tað eru nógvir føroyingar, sum hava verið á bíbliuskúla uttanlanda, og úrslitið hevur vøkstur og signing í lívi teirra, men í framtíðini fer tað eisini at bera til at ganga á fulltíðarbíbliuskúla í Føroyum. Guds samkoma í Føroyum hevur brúk fyri einum venjingarskúla, har hvør einstakur verður grundfestur í trúnni og veksur í tænastuni til Tummas Jacobsen og Rúni Rasmussen, tess at kunna gera ein mun í samfelagi okkara og úti í heimi. stovnarar av bíbliuskúlanum.
Tað eru Tummas Jacobsen og Rúni Rasmussen, ið hava tikið stig til skúlan. Tummas Jacobsen arbeiddi í mong ár í Tryggingar-felagi Føroya. Hann er útbúgvin forritari og hevur drúgvar royndir innan leiðslu og samkomuarbeiði, og var hann leiðari á edv-deildini í Tryggingarfelagnum. Í 1994 var hann innsettur sum fyristøðumaður í Filadelfia í Havn. Áðrenn virkaði hann sum elsti og leiðandi elsti. Tummas starvast í dag fulla tíð sum fyristøðumaður í Filadelfia.
Rúni Rasmussen hevur verið á bíbliuskúla í USA. Hann hevur tikið merkonomprógv í marknaðarføring á Føroya handilsskúla og B.S.Sc. útbúgving í stjórnmálafrøði á Fróðskaparsetri Føroya, og er í løtuni í holt við BA-útbúgving í søgu og mentanarfrøði á Fróðskaparsetrinum. Rúni hevur verið ungdómsleiðari í Filadelfia seinastu trý árini.
Dunamis Bíbliuskúlin er heitið á nýggja skúlanum. Hví eitur skúlin Dunamis Bíbliuskúlin? Dunamis er grikskt orð fyri kraft. Dunamis merkir førleiki, megi og kraft. Stovnurin á orðinum er duna, sum merkir dugnaligur, vera førur fyri, at megna. Tað er júst hetta, sum er endamálið við skúlanum: at gera Guds fólk dugnaligari í tænastuni og at gera tey før fyri at at tæna Gudi í fult mát við sínum Gud-givnu gávum og evnum. Visjónin er, at skúlin gerast ein fulltíðarbíbliuskúli sum frá líður.
Tað er samkoman Filadelfia í Havn, sum stendur fyri skúlanum, men vit leggja stóran dent á, at skúlin er ikki fyri eina ávísa samkomu ella rørslu, men fyri alt Guds fólk, sum ynskir at vaksa í Gudi og á ein munadyggan hátt ynskir at tæna Gudi og broyta umstøður.
Í heyst verður ein røð av bíbliuskeiðum kring landið. Talan er um seks áhugverd og viðkomandi skeið, sum verða hildin leygardagar. Skeiðini verða hildin á ymiskum støðum. Støðini eru: Sjómansheimið í Havn, Keldan í Skálafirði, Sjómansheimið í Klaksvík, Hotel Vágar og Lívsins Orð, Runavík. Evnini eru: Guds samkoma, grøðing, heilagi andin, lovsangur og tilbiðjan, leiðsla og ungdómsmentan ? og arbeiði. Nærri verður upplýst seinni um skeiðini, dagarnar og tilmelding.
Dunamis Bíbliuskúlin