Nýggjur fólkafloksmaður í Tórshavnar býráð

Næsti maður á listanum møtti fyri Anniku Olsen.

Annika Olsen hevur boðað frá, at henni berst frá at møta til býráðsfundin hjá Tórshavnar býar, sum var í kvøld.

Sambært kommunulógini ger býráðið av, at næsta fólk á listanum skal møta.

Og næsti maður er Kristian M. Skála, sum gjørdist nummar trý á listnum hjá Fólkaflokkinum á býráðsvalinum 10. november í fjør.

Soleiðis fullu persónligu atkvøðurnar á listanum hjá Fólkflokkinum í Havn á býráðsvalinum seinast:

1  Annika Olsen 586

2  Birgir Nielsen 192

3  Kristian M. Skála 185

4  Bogi Andreasen 157

5  Rói B. Poulsen 135

6  Jan Christiansen 114

7  Erling Mørkøre 91

8  Rói Snorrason 57

9  Dánial Hansen 44

10  Oddbjørg Højgaard 44

11  Hans Martin Hansen 29

12  Michel Nielsen 29