Nýggjur dagstovnur við 70 plássum

Mánadagin lat ein nýggjur dagstovnur upp í Øksnagerði í Havn. Hann fer at hava pláss fyri eini 70 børnum

 

Stórur tørvur er á ansingarplássum, og hetta sæst aftur við at nýggir dagstovnar lata upp. Dagstovnurin í Øksnagerði er tann nýggjasti í røðini.

Har verða pláss fyri eini 70 børnum, tá hann er liðugur. Ein stova verður til smábørn um tvey ára aldur, ein stova verður til børn við serligum tørvi og tvær stovur eru ætlaðar størri børnum undir skúlaaldur.

20 børn vera í hvørjari stovu, men í stovuni fyri børn við serligum tørvi er bara pláss fyri 10-12 børnum.

Enn er barnagarðurin ikki liðugur, og tí eru bara tvær stovur tiknar í nýtslu, og har eru átta børn í hvørjari. Triðja stovan verður klár til brúk um fáar dagar, men tann seinasta stovan er ikki klár fyrr enn í november.

Tað er eitt sindur óheppið, at barnagarðurin ikki er liðugur til tíðina. Foreldur høvdu fingið at vita, at hann fór at vera liðugur um hesa tíðina, og tí má stovnurin taka ímóti børnunum beinanvegin.

Eini fimtan starvsfólk fara at vera knýtt at stovninum, tá øll børnini eru flutt inn.


Tveir nýggir

Ætlanin er at tveir nýggir stovnar skulu standa klárir at taka í nýtslu komandi summar. Býráðið hevur ætlanir um at byggja tveir stovnar við 120 ansingarplássum tilsamans. Ein stovnur verður á Løgmannabreyt og hin verður á Hamrinum á Argjum. Harumframt arbeiðir Føroya Tele við at gera ein ansingarstovn.