BMW bilarnir í nýggju 500 røðini koma fyri ein part at líkjast tí størra BMW 700, og koma eins og teir, at hava alla ta nýggjastu tøknifrøðina. Hetta er eisini galdandi fyri undirvognin og elektronisku stýringina av motorinum. Eisini verður arbeitt við eini heilt nýggjari liósskipan, har ljósstyrkin á forlyktunum tilpassar seg eftir umstøðunum undir koyring. Eftir upplýsingum frá designstjóranum hjá BMW, koma tey ymisku BMW modellini í framtíðini ikki at líkjast so nógv hvørjum øðrum sum tey gera í dag.
Kelda: FDM / Motor