Nýggjur íblástur til frisørar

So hava føroysku hárfríðkanardamurnar aftur fingið nýggjan íblástur. Og áhugin er stórur, tí á Wella skeiðnum, sum varð hildið leygardagin, vóru metnógvir luttakarar Tað var Poula McGavin, ið eigur og rekur salong McGavin í Havn, ið var primusmotor handan tiltakið.

- Tað vóru 95 luttakarar á skeiðnum, og tað er tað mesta nakrantíð í Føroyum, greiddi Poula frá beint eftir skeiðið. Hon heldur, at tað er so langt síðani, at nakað skeið seinast hevur verið í Føroyum, at tær flestu frisørarnar allarhelst hava havt tørv á nýggjum íblástri.

Tað er eisini Poula, ið hevur fingið teir báðar undirvísararnar frá Wella at koma heim at halda skeið.

- Hetta eru fólk, sum ferðast runt um allan heimin og fylgja við í hármótanum. So undirvísa tey í tí nýggjasta, umframt at tey eisini eksperimentera sjálvi við Wella vørum og nýggjum hársniðum, greiðir Poula frá.

- Tey hava akkurát verið í London, Barcelona og Milano, og tað, sum vit sóu í kvøld var teirra tulking av mótanum, sum er at síggja úti í heimi beint nú, sigur Poula McGavin at enda.