Nýggjur bilverkstaður í Hornabø

Í dag letur ein nýggjur bilverkstaður upp í Hornabø í Havn. Tað er Bergur Thorsteinsson, sum letur upp bilverkstaðin Piston, á horninum Frælsið / J.C. Svabosgøta, beint við Landssjúkrahúsið.

Bergur er útbúgvin bilsmiður og bjóðar seg fram til at gera smærri umvælingar og service upp á bilar sum t.d. at skifta dekk, skifta olju og perur. Bert umvælingar sum ikki taka so langa tíð.


Spurdur um hví verkstaðurin eitur Piston, sigur Bergur, at Piston merkir stempul, og harav kemur slagorðið hjá fyritøkuni “The hart of the engine”. Stemplið er líkasum hjartað í motorinum. Piston í Hornabø hevur telefon 250000.