Nýggjur barnagarður í Vestmanna

Nýggjur barnagaðrur varð reistur í Vestmanna hósdagin. Pláss er fyri 84 børnum í nýggja stovninum, sum fer at kosta umleið átta milliónir krónur

Í Vestmanna fáa tey nýggjan dagstovn. Hann varð reistur hósdagin og fer at hýsa reiðiliga 80 børnum.
Tað flaggar í Miðalsbrekku í Vestmanna, uttanvert Gjógvará, verður ein rættiliga stórur bygningur reistur. Í grundini er talan um fleri bygningar, sum eru knýttir saman av eini miðhøll. Hetta er nýggi dagstovunurin í Vestmanna, sum Vestmanna Timburhandil hevur latið til Vestmanna Kommunu.
Bygningurin er 722 fermetrar til víddar, greiðir Gunn Joensen, borgarstjóri í Vestmanna, frá. Hann fer at kosta umleið átta milliónir krónur, tá hann er liðugur, sigur hon. Talan er um eina lidna loysn, sum keypt er frá Vestmanna Timburhandli.
Nýggi barnagaðrurin fer at hýsa 84 børnum, sum fáa rættiliga gott pláss í hesum stóra stovninum. Fimm stovur verða á stovninum umframt felagsrúm, sigur borgarstjórin.
Umframt nýggja barnagarðin er ansingarskipan til 35 børn í Vestmanna. Talan er um útibarnagarð og um frítíðaransing, sum framhaldandi fara at vera, hóast nýggi stovnurin nú verður bygdur.
Gunn Joensen sigur, at tá hesin nýggi barnagarðurin byrjar, verður eingin bíðilisti til barnaaning í Vestmanna.
Sum so nógv annað í Vestmanna liggur nýggi barnagarðurin mest at kalla í brattlendi. Landslagið er soleiðis háttað í bygdini, sigur borgarstjórin. So tann stóri møguleikin er ikki fyri at gera stórt pláss uttan fyri. Tó eigur kommunan eisini stykkið niðan fyri barnagarðin, og har er møguleiki fyri at gera spælipláss í framtíðini, sigur Gunn Joensen.
Tað órógvar ikki borgarstjóran, at næsti gannin er Gjógvará, sum er rættiliga brøtt og djúp.
?Har verður hegnað væl, sigur hon, og heldur ikki, at nakað er at óttast fyri í so máta.