Samanborið við aðrar høvuðsstaðir, eru havnaborgarar ikki í verri støðu, tá ið tað snýr seg um at hava nóg mikið av stovnsplássum til tey smáu undir skúlaaldur. Sum tað hevur verið víst á fleiri ferðir, er 70% av tørvinum í Havn nøktaður. Men tað eru kortini øki í býnum, sum eru verri fyri enn onnur. Her eru vesturbýurin og Argir, ið í nýggja økisbýtinum eru eitt øki, ringast fyri.
Tað røkist kortini fyri, at støðan batnar nakað. Tórshavnar býráð hevur samtykt at fara undir at byggja nýggjan barnagarð í vesturbýnum til 60 børn. Enn er ikki greitt, hvar hesin verður ella nær hann verður liðugur, men samanbera vit við aðrar líknandi verkætlanir, gongur í øllum førum eitt ár frá tí, at ætlanin liggur á borðinum, til stovnurin verður tikin í nýtslu.
Á Argjum er ein dagstovnur við barnagarði og vøggustovu, men tað er alt ov lítið til stóra barnatalið í økinum. Men gongst sum forkvinnuni í sosialu nevnd hjá Tórshavnar býráð, Elini Lindenskov, vil, verða eini stór sethús á Argjum keypt og umbygd til barnagarð, ið kann taka 30-40 børn. Málið var fyri í sosialu nevnd týsdagin, og nevndin samtykti at kanna málið byggitekniskt og at heita á bygginevndina um at fara undir samráðingar við ánararnar um yvirtøku av húsunum.
- Um prísurin er rímiligur, rokni eg við, at vit keypa húsini, sigur Elin Lindenskov.
Forkvinnan í sosialu nevnd vil ikki siga, hvørji hús talan er um, fyrr enn málið er komið longri, men at húsini tykjast verða væl egnað til at gerast ein barnagarður. Hon roknar ikki við, at nógvar umvælingar og umbygginginar verða neyðugar. Ein upphædd á umleið tvær milliónir krónur, tá ið keyp og umvælingar er íroknað, er nevnd.
Verður keypið veruleiki, verða húsini keypt sum skjótast. Helst skal avgerð um hetta takast í summar ella beint eftir summarfrítíðina. Hvaðani fíggingin til keypið kemur er enn ikki greitt.
- Tað skal fíggjarnevndin taka støðu til, men tað er greitt, at pengarnir verða ikki tiknir burtur av frá nøkrum øðrum, sigur Elin Lindenskov.