Designstjórin hjá Audi, Walter da Silva, sum eisini teknar t.d. teir nýggju Seat bilarnar, verður skjótt klárur við einum heilt nýggjum Audi A6. Sum tað sæst á myndini, verður talan um ein sera smartan og framkomnan luksusbil. A6 liggur í stødd ímillum Audi A4 og tann størsta A8. Bilurin kemur í harða kapping við BMW og Mercedes.
Vit kunnu rokna við einum háteknologiskum bili, har nógvir av lutunum eru úr aluminium.
Nakrir av bensinmotorunum fáa nýggju FSI tøknina við beinleiðis bensininspræning. Í fyrstu atløgu verður tann minsti motorurin ein 2,4 litur V6 við 170 hk, síðan ein 3,2 litur V6 við 240 hk og ein 4,2 litur V8 við 335 hk. Ein 3,0 litur V6 TDI við 220 hk verður eisini á skránni. Seinni kemur ein 2,0 litur 4 syl. TDI dieselmotorur við 140 hk og ein 5,0 litur 10 syl. FSI við umleið 500 hk.
Kelda: FDM / Motor