Nýggjur 100 kr. seðil

Danmarks Nationalbank hevur útgivið ein nýggjan danskan 100 kr. seðil

Hesin er meinlíkur teimum verandi við somu útsjónd og Carl Nielsen avmyndaðum.
Munurin er tann, at tann nýggi seðilin hevur eitt hologram og fluoreserandi litir, sum koma til sjóndar í ultraviolettum ljósi.
Endamálið við broytingunum er at tryggja, at færri falsanir koma fyri.
Sagt verður í tíðindaskrivi, at talan av følskum donskum peningaseðlum er lítið, men allíkavæl verður tað hildið neyðugt at gera meira við trygdina.
Tær gomlu seðlarnir vera framvegis í gildi, men tað verað leypandi tiknir innaftur.
Aðrar seðlar í somu seriu av seðlum fáa eisini eina andlitsviðgerð á trygdarøkinum, og roknað verður við, at øll serian verður liðug broytt í 2004.
Bæði Føroya Sparikassi og Føroya Banki rokna við at fáa fyrstu eintøkini av nýggja seðlinum fyrst í komandi ári.