Nýggju skipini eita »Lómur« og »Blikur«

Nýggju bingjuskipini hjá Faroe Ship eita »Lómur« og »Blikur«

Hetta boðar Faroe Ship frá í tíðindaskrivi í morgun. »Lómur« og »Blikur« koma saman við »Godafoss« og »Dettifoss« at røkja nýggju siglingarætlanina hjá Faroe Ship í 2008.

Nýggi »Lómur« og »Blikur« fara at røkja siglingina til og frá Tórshavn, Immingham, Århus, Goteborg, Fredrikstad, Reykjavík og Reyðarfirði.

»Godafoss« og »Dettifoss« fara at røkja siglingina til og frá Tórshavn, Rotterdam, Hamburg, Århus, Reykjavík, Grundartanga. Gamli »Blikur« fer at røkja siglingina millum Føroyar og Scrabster til annað skip kemur í februar.