Nýggju reglurnar avgjørdu

Fundarstjórin gjørdi undan forsetavalinum greitt, at stóð tað á jøvnum, so bleiv talan um nýggja atkvøðugreiðslu

Nýggju reglurnar fyri FSF áseta, at fundarstjórin ger av, hvussu farast skal fram, um tað stendur á jøvnum í eini atkvøðugreiðslu.

Christian Andreasen var fundarstjóri til FSF-aðalfundin, og saman við grannskoðaranum og kontrollantinum, Jógvan Amundson, staðfesti hann, at um tað stóð á jøvnum, so skuldi atkvøðast av nýggjum. Stóð framvegis á jøvnum eftir seinnu atkvøðugreiðsluna, fór formansvalið fram við lutakastið.

Um tað var hetta seinasta – at forsetin skuldi finnast við tilvildarligum lutakasti – sum var orsøkin, er ikki greitt. Men tá atkvøtt varð seinnu ferðina, hevði ein atkvøða skift eigara. Fyrru atkvøðugreiðsluna stóð nevnliga á jøvnum, 9-9, og so tóktist aðalfundurin halda ondini, tá atkvøðurnar vórðu taldar upp seinnu ferðina. 17. atkvøðan, sum tá kom úr posanum, var samstundis tann 10. til Høgna, og so kundi Christian Andreasen staðfesta, at talan verður um forsetaskifti í FSF.


Gomlu reglurnar

Undan og á aðalfundinum var nakað av orðadrátti um, at nýggju FSF-lógirnar hava kroyst fýra av føroysku feløgunum út á síðulinjuna, tí hesi ikki longur kunnu greiða atkvøðu á aðalfundinum.

Frá fleiri síðum varð eisini gitt, at júst hetta fór at tryggja Óla Holm framhald í sessinum. Og tí er tað kanska lagnunnar speisemi, at ein onnur lógarbroyting bar við sær, at forsetin ikki varð sitandi.

Sambært gamla lógarverkinum skuldi forsetin nevnliga hava ein meiriluta av aðalfundinum ímóti sær, skuldi hann fellast. Og hartil hevði nevndin tá eisini eina atkvøðu.

Slapp nevndin at atkvøða hesaferð, so vildi tann atkvøðan ivaleyst verið til fyrimuns fyri Óla Holm. Og undir øllum umstøðum hevði Óli við fyrru atkvøðugrteiðsluna ikki nakran meirilutan ímóti sær.

Tær reglurnar høvdu tó ikki nakran týdning leygardagin. Og tá úrslitið av seinnu atkvøðugreiðsluni stóð greitt, var hetta altso samstundis eitt farvæl til mannin, sum í 25 ár – harav 4 sum formaður – hevur verið partur av nevndararbeiðinum innan FSF.