Tann 29 ára gamli somaliumaðurin Muhudiin Mohamed Geele skal sita níggju ár í fongsli fyri roynd at fremja yvirgang og at beina fyri blaðteknaranum Kurt Westergaard fyri einum ári síðani. Harfturat er maðurin vístur úr Danmark, og hann sleppur ikki aftur hagar.
Eitt nevningating staðfesti í gjár, at maðurin var sekur í yvirgangi og drápsroynd. Ákærin kravdi minst 12 ára fongsul, men verjin helt, at seks ára fongsul var tað mesta, sum var hóskandi í hesum málinum. Sostatt bleiv revsingin mitt ímillum tey bæði krøvini.
Tann 29 ára gamli somaliumaðurin breyt inn til Kurt Westergaard nýggjársdag í fjør við einari øks og einum knívi. Hann hevur sagt, at hann ætlaði sær ikki at drepa teknaran, men at ræða hann. Men dómsvaldið hevði eina aðra uppfatan.