Umhvørvisstovan hevur við støði í lýsing av verkætlanini, umhvørvisárinsmeting o.ø. í dag givið SEV umhvørvisgóðkenning til vindmyllurnar í Húsahaga. Sambært umhvørvisárinsmetingini fara markvirðini fyri óljóð og fyri skuggakast at verða yvirhildin í bústaðarøkjum nærhendis.
Eftir ætlan fer SEV komandi summar at seta 13 vindmyllur upp í Húsahaga í Suðurstreymoy
Sambært elveitingarlógini kann loyvi til elframleiðslu ikki veitast áðrenn ein umhvørvisárinsmeting er gjørd og góðkend av Umhvørvisstovuni. Í umhvørvisárinsmetingini skal framleiðarin meta um, hvørji árin kunnu standast av komandi elframleiðsluni.
Í umhvørvisárinsmeting fyri komandi vindorkuframleiðsluna í Húsahaga hevur SEV mett um ymisk árin frá vindmyllunum, m.a. um óljóð og skuggakast, ávirkan á djóra- og plantulív í Húsahaga, ávirkan á samskiftirútgerð og hvussu vindmyllurnar síggjast í landslagnum.
Nakað av óljóði kemur frá vindmyllunum tá tær eru virknar, og økist óljóðið við vindferðini. Í umhvørvisgóðkenningini er treyt sett um at samlaða óljóðsstøðið frá vindmyllunum ikki skal fara upp um ávís ásett mørk.
Kelda: www.us.fo/Default.aspx