Nýggju menninir gjørdu um seg

Minni enn tveir minuttir vóru farnir, tá ið nýggjur spælari í EB/Streymi skoraði í Fuglafirði

ÍF og EB/Streymur endaðu í fjør á tveimum teimum niðastu plássunum í bestu deildini.

Í vetur eru fleiri lagstir aftrat í Fuglafirði, og fuglfirðingar hava ikki dult, at teir ætla sær meiri í ár, enn teir megnaðu ífjør.

Í EB/Streymi hevur tað ikki verið so nógv at frætta um nýggjar spælarar fyrr enn hesar seinastu vikurnar.

Í dag var Hjalti Kárason Djurhuus, sum er fluttur úr Havnini og norður í Hólman, fyri fyrstu ferð á EB/Streyma liðnum, og stóripinnur hevði ikki verið tvær ferðir runt, tá ið hann legði sítt nýggja lið á odda.

EB/Streymur vann 3-2. Jan Ó. Ellingsgaard javnaði til 1-1, og nýggi álopsspælarin hjá ÍF, Uros Stojanov, legði fimm minuttir undan steðginum heimaliðið framum. Í seinna hálvleiki skoraði EB/Streymur tvey mál. Tað fyrra skoraði Magnus Heinason, sum nýliga er fluttur úr Víkingi og til EB/Streym, tíðliga í seinna hálvleiki, og sigursmálið skoraði Niklas Kruse miðskeiðis í seinna hálvleiki.