Í dag klokkan 16 verður fernisering í Smiðjuni í Lítluvík í samband við, at tilsamans níggju listafólk fara at sýna fram sína list. ?MJARVAMBA í Smiðjuni í Lítluvík?
Soleiðis verður sagt í yvirskriftini í stuttum tíðindaskrivi, sum sent er miðlunum um eina forvitnisliga listaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík.
Tað eru heili níggju listafólk, sum fara at sýna fram málningar og ymiska myndlist, sum tey hava arbeitt við seinasta árið.
Listafólkini eru Jakobina Hansson, Vera Bjørgvin, Marie R Sørensen, Jákup P. Lervig, Randi M. Gunnarsdóttir, Anna Maria Nybo, Louisa Fjallsbak, Anna Hansdóttir og Martina Eriksen.
Framsýningin í Smiðjuni í Lítluvík, sum hevur fernisering í dag klokkan 16, verður opin í døgunum 1.-6. apríl, allar dagarnar frá klokkan 14-18.