ES
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Eins og í hinum ES-londunum stúra bretar fyri, at nógvir eysturevropearar fara at leita sær vesturum, tá lond teirra fáa limaskap í samveldinum tann 1. mai.
Men tey verða ikki boðin vælkomin. Tony Blair, forsætisráðharri, hevur nú góðkent reglur, sum skulu avmarka møguleikarnar hjá eysturevropearum at kenna seg væl í Bretlandi. Sum er hava innflytarar rætt til bretskar almannaveitingar, tá teir hava verið seks mánaðir í Bretlandi, men sambært blaðnum The Independent verður hendan bíðitíðin nú longd til tvey ár.
Eitt annað blað, The Guardian, sigur seg hava fingið at vita, at stjórnin hevur fingið heimild til at krevja av arbeiðsgevarum, at teir skulu søkja um arbeiðsloyvi til fólk úr teimum nýggju limalondunum. Tað er ikki neyðugt, tá talan er um fólk úr teimum núverandi ES-londunum.
Øll ES-londini uttan Írland hava boðað frá, at tey fara at fremja tiltøk, sum skulu avmarka møguleikarnar hjá teimum nýggju ES-búgvunum.