Í løtum var vindurin frískur, og hann mól av ymsum ættum, tá ið teir næstbestu hjá Víkingi vitjaðu teir næstbestu hjá Skála undir Mýruhjalla.
Í fyrra hálvleiki varð einki mál skorað, og í seinna hálvleiki vórðu fýra mál skorað. Dysturin endaði 2-2.
Óli Kristian Skála Jacobsen legði Víking framum fimm minuttir eftir steðgin við fínum frísparki.
Fýra minuttir seinni javnaði Andreass Egeberg Jacobsen, tá ið hann umsetti brotsspark til mál.
Kristian Martin Jakobsen legði Skála framum 2-1 miðskeiðis í seinna hálvleiki við stútara eftir fínt álop og innlegg.
Eitt korter undan leikloki javnaði innskifti Arnbjørn Svensson við rimmar fluktara, og harvið var úrslitið 2-2.
Merkisvert var tað, at dómarin, Rúni Olsen, hevði gula kortið á lofti níggju ferðir. Fýra skálamenn sóu gult í seinna hálvleiki og ein í fyrra hálvleiki. Fýra víkingar sóu gult – ein í tíðini sum dómarin legði aftrat fyrra hálvleiki og tríggir í seinna hálvleiki.
Víkingur er á fimta plássi við 37 stigum, og Skála hevur 29 stig og er á sjeynda plássi.









