Níggju fólk hava keypt sær skúr

- Einki er til hindurs fyri, at eitt nú útróðrarmenn kunnu brúka skúrarnar til goymslu, egning og frysting, um teir ynskja tað, sigur borgarstjórin.

 

 

Í hesum døgum verða níggju skúrar og eitt kommunalt wc reist við bátahylin Inni á Fjørð í Vestmanna. Tað er kommunan, sum stoypir og leggur tak á, og síðan byggja tey, sum hava keypt, skúrarnar lidnar - alt eftir, hvat tey ætla sær at brúka skúrarnar til.

Soleiðis, sum myndin her niðri í tekstinum vísir, verða skúrarnir bygdir heilt úti á pierinum við bátahylin Inni á Fjørð. Skúrarnir eru stoyptir upp, og síðan verður reising bygd oman á - við einum takhalli á 45 stig sum ger, at gott goymslupláss eisini verður á ovastalofti.

Tað er umleið eitt ár síðan, at tey í Vestmanna kommunu vildu vita, um fólk høvdu áhuga fyri at eiga ein báta-ella goymsluskúr niðri við bátahylin.

- Tá vit bjóðaðu skúrarnar út, vildu vit, at øll í kommununi skuldu vera líkastillað, soleiðis at ein og hvør - bátaeigari ella ei - kundi skriva seg upp til skúr. Tá avtornaði, vóru níggju umsøkjarar eftir, og tískil verða nú níggju skúrar bygdir, umframt at vit fáa eitt kommunalt wc í tí tíggjunda og seinasta skúrinum. 

Tað sigur Pauli T. Petersen, borgarstjóri í Vestmanna kommunu. 

- Tað er kommunan, sum stendur fyri byggingini. Her verður alt betongarbeiði gjørt, og tak verður lagt á. Síðan skulu tey, sum hava keypt skúrarnar, sjálvi inniloka og gera teir lidnar - alt eftir, hvat teir skulu brúkast til.

Borgarstjórin vísir á, at skúrarnir soleiðis eru keyptir av borgarum í kommununi, men standa á leigaðari grund, sum kommunan eigur.  Skuldi tað vísti seg, at fleiri hava áhuga fyri einum báta-ella goymsluskúri, ber saktans til at veksa um talið, tí her er framvegis pláss á økinum við bátahylin. 

- Skúrarnir eru ikki ætlaðir til summarhús, men sum goymsla ella arbeiðsskúrar, og einki er til hindurs fyri, at eitt nú útróðrarmenn kunnu brúka teir til goymslu, egning og frysting, um teir ynskja tað, sigur Pauli T. Petersen.

Skúrarnir eru 5 x 3,90 fermetrar stórir, og á ovasta lofti verður hæddin 1,90 metrar upp í tróðurið. - Tað er eisini kærkomið fyri okkum her í kommununi, at vit nú eisini fáa nýggj og nútímans wc við brúsu á havnalagnum, leggur Pauli T. Petersen aftrat.

Meira um hetta kann lesast í VikuskiftisSosialinum, sum er til keyps í sølubúðunum.

##med2##