Níggju deyð av sjálvmorðsbumbu í Irak

Ein bumbuatsókn í morgun at irakska hernaðarbólkinum Sahwas, sum fær stuðul úr USA, kostaði níggju mannalív Bumban brast ímillum nakrar limir í Sahwas, sum stóðu í røð á einari herstøð sunnan fyri Bagdad og bíðaðu eftir at fáa løn. Knappliga sprongdi ein maður seg í luftina, og sambært myndugleikunum kravdi spreingingin níggju mannalív, meðan 31 fólk vórðu særd.

Sahwas, sum er ein sunnimuslimskur felagsskapur, hevur hjálpt USA í stríðnum við al-Qaeda og aðrar yvirgangsbólkar. Tí fær felagsskapurin stuðul frá amerikanarunum, hóast tann shiamuslimska stjórnin í Bagdad heldur lítið um tað, skrivar Reuters.

Atsóknin í morgun var í Iskandariya, sum er 40 kilometrar sunnan fyri Bagdad.