Níggju amerikanskir hermenn falnir í Irak

Hermenninir doyðu í tveimum bumbuspreingingum í morgun. Seks amerikanskir hermenn doyðu, tá ein bumba brast norðan fyri Bagdad í morgun. Herleiðslan sigur, at hermenninir vóru í bardaga, tá ein bumba brast tætt við hernaðarakfarið, sum teir vóru í.

Tríggir aðrir hermenn vórðu særdir.

Í Diyala-landspartinum lótu tríggir amerikanskir hermenn lív í morgun. Eisini her var talan um bumbuspreinging.