Sum altíð tá ein nýggjur Mercedes-Benz kemur á marknaðin, setur hesin eisini nýggjan standard í sínum klassa, serliga innan trygd og komfort. Soleiðis er eisini við nýggja C-klassanum.
Størri trygd, betri komfort og betri koyrieginleikar, men sami prísklassi, vóru nøkur av lyklaorðunum tá ”spakin varð settur í “ til nýggja Mercedes-Benz C.
Nýggi Mercedes-Benz C er bæði longri og breiðari enn forgangarin. Hetta gevur betri pláss í kabinuni og viðførisrúmið er eisini vaksið við 20 litrum til 475 liter, samstundis sum aksilfrástøðan eisini er størri.
C-klassin fæst framvegis við fleiri ymiskum 4-cyl. bensin og dieselmotorum umframt teir væl umtóktu V6-motorarnar. Motorarnir eru nú kvikari, meira orkusparandi og umhvørvisvinarligari enn áður.
Mercedes-Benz ML
Síðan ML-serian hjá Mercedes-Benz fyrstu ferð kom í 1997, er SUV marknaðurin nærmast eksploderaður. Hóast hesin nýggi líkist forgangaranum, er hann faktiskt ein ein heilt annar og munandi betri bilur, bæði hvat komforti, koyrieginleikum og kvaliteti viðvíkur.
Nýggi ML er vorðin størri og betri útgjørdur enn forgangarin, og allar útgávurnar hava t.d. 7-trins 7G-Tronic automatgir sum standard. Bilurin hevur eina heilt nýggja framkomna 4x4 skipan. ML fæst í nógvum ymiskum útgávum og motorum. Hesin hevur 6 syl. turbo dieselmotor við 190 hk.
Bilarnir kunnu síggjast og roynast hjá Ivan Johansen Bilum við Hoyvíksvegin.